Aktivitetir – Ung

Mentanartiltak í Perluni

Fríggjakvøldið 4. Septembur skipar Röddin í samstarv við Reinsaríið fyri mentanartiltaki í Perluni. Röddin er rödd teirra ungu, og vit vilja tí, við eini fjølbroyttari skrá, vísa hvussu nógv okkara ungdómur hevur at bjóða. Á skránni er bæði tónleikur, upplestur og listasýning.
Les meiri...

Matkvøld

Hóskvøld er matkvøld. Tað verður altíð borðreitt við onkrum góðum at eta. Sum oftast er tað høvuðskokkur okkara, Sæbjørn, ið ristir vælsmakkandi rættir úr ermuni.
Les meiri...

Quiz + køka

Hvørt mikukvøld er Margar-quiz, og her snýr tað seg um at hava eina breiða vitan. Tá ið quizin er liðug er køka at fáa, ið starvsfólkini hava bakað.
Les meiri...

Kór

Hvørt mánakvøld venja kórini í Margarinfabrikkini. Øll eru vælkomin at vera við. Søren, ið hevur nógvar royndir innan sang og kór, er kórleiðari. Um hettar ljóðar sum nakað fyri teg, so er bara at koma oman í Margarinfabrikkina eitt sindur áðrenn kl. 19 og spyrja eftir Søren. Tað
Les meiri...