[toggle_box][toggle_item title=”NÚ” active=”false”]
Hvussu leingi hevur tú arbeitt við børnum og ungum?
On/off síðan eg var 17 ár
Hvussu leingi hevur tú arbeitt í Margarinfabrikkini?
Næstan trý ár (tíðin flýgur avstað, tá tú hevur tað stuttligt).
Hvat ynskti tú at starvast sum, tá tú var barn?
Sum havbiolog ella sjónleikari
Litur?
Grønt, appelsingult og nógv svart (um tað var ein litur)
Sangur?
Uha, tað er ringt at siga ein, men eg verið ikki troytt av “Blackbird” hjá Beatles og “Words” hjá Ane Brun, men annars elski eg at verða presentera fyri tónleiki eg ikki havi hoyrt áður
Telduspæl?
Eg dugi so ræðuliga illa at spæla telduspøl, men seinast eg spældi á telduni, spældi eg sjey-kabaluna, tað var nokkso skeg
Playstation, Wii, X Box ella okkurt heilt annað?
Eg havi ikki roynt tað so oftani, men eg elski at hyggja at, tá ið fólk spæla Fifa.
A ella B menniskja?
B, heilt sikkurt B!
Mjólk ella vatn?
Vatn og mjólk
Tónleik ella frið?
Tónleik
Hvussu vorðin ert tú (Garuda)?
Blá, men reyð í støðum
Um tú skuldi verði kend fyri eina ítróttagrein, hvør var hon so?
Hmmm…. eg hevði vilja verði rennari ella balletdansari, um tað kemur undir at verða ein ítróttargrein
Motto:
Verð forvitin- alt lívið