Tað kostar einki at vera í Margarinfabrikkini, men um tú teknar teg sum lim, skulu foreldrini fylla eitt
limaskjal út og gjalda limagjaldið, sum er 400 kr. um árið. Limaskjalið fært tú í Margarinfabrikkini ella
her niðanfyri:
———- Limaskjøl —————
Um tú ert limur fært tú avsláttur í mat- og telduskipanini.
Teldukort:
Tú hevur eisini møguleika at seta pengar inn á eitt teldukort. So hvørt tú spælir við telduna,
verður upphæddin drigin frá teldukortinum.
Viðvíkjandi telduspølum hevur tú møguleika at spæla ein hálvan tíma ella ein tíma í senn.
Tó kanst tú í mesta lagi spæla tilsamans hálvan annan tíma um dagin.
Kostnaðurin fyri at spæla telduspøl er:
Limir:10 kr. fyri ein tíma og 5 kr. fyri ein hálvan tíma
Ikki limir: 20 kr. fyri ein tíma og 10 kr. fyri ein hálvan tíma