Vit hava verið til filmin “Piratfeen” í Havnar Bio. Tað er eitt gott tilboð, at stovnar kunnu leiga salin til sín egna seinnapartssýning.
Tað var deiligt at koma inn úr regninum, og seta seg væl til rættis í myrka salinum. Vit vóru 50 børn og tvey starvsfólk, so tað var sera stuttligt at velja sítt egna setur.
Áðrenn vit fóru, vóru dreingirnir á einum orðið um, at tó tað var ein “gentufilmur” so var tað ordiliga hugnaligt at fara í biograf. So tað var eitt stórt pluss, at filmur als ikki einans var til gentir, tí har vóru sjórænarar við. Ein helt eisini at “hatta var tann besti filmurin nakrantíð!”
Børnini fingu boð um at rudda væl up eftir sær og fara væl um, og tey vóru fyrimyndarlig 🙂
Í apríl fara vit aftur til ein barnafilm, og vit gleða okkum longu! 🙂
Kostnaður limir 70 kr & vinir 80 kr, poppkorn og sodavatn fyri 15 kr