Elin bloggar: Ein túr í listaskálan

Fríggjadagin 18. jan var kreativi verkstaðurin ein túr í Listaskálanum.

Endamálið við túrinum var, at fáa okkum íblástur til at skapa okkara egnu list.

Vit gingu fyrst runt og sóu øll listaverkini, og tosað varð um, hvør hevði málað og hvat var á málninginum. Eisini var stuttligt at hoyra, hvat børnini sóu í málningunum og listaverkunum. T.d. hildu tey tann eina skulpturin vera sera áhugaverdan. Skulptururin er av einum manni, sum ber nakrar greipur. Men børnini vóru á einum máli um, at tað vóru bananir, ið maðurin bar.

Síðan var farið at hyggja at framsýningin hjá Guðrið Poulsen, sum kallast ”rúmdarferðin”. Hetta hugtók eisini børnini, og serliga vóru tað skulpturarnir, sum tey kundu fara inní, ið vóru øgiliga spennandi.

Til seinast var tað bingjan hjá Tróndi Pæturssyni. Onkur av børnunum høvdu ikki verið inni í bingjuni áður, so tey vóru eitt sindur varin í byrjanini, tí tey hildu, at tað føldist sum ein datt longur og longur niður – eitt óendaligt hol, sum onkur tók til.

Áðrenn vit fóru oman á Margarinfabrikkina aftur, settu vit okkum í kantinuna at fáa okkum okkurt leskandi, sum vit høvdu tikið við. Tað var ein øgiligur látur av okkum, so vit vóru øll samd um, at onkur hevði koyrt flennipulvur í bollarnar hjá okkum 🙂

Ein super góður túrur var at enda komin, og børnini høvdu fingið nógv góð hugskot, sum tey ætla at arbeiða við á kreativa verkstaðnum.

[fancygallery id=”5″ album=”9″]