Fleiri verkætlanir til tey ungu

Tað er ætlanin at gera fleiri kreativar og avbjóðandi verkætlanir til tey ungu í 2014. Eitt nú stuðlar Eik einari verkætlan hjá Elini og Gunn, sum leggur dent á, at geva teimum ungu møguleikan at royna okkurt nýtt og læruríkt, sum samansjóðar tey ungu og ger gerandisdagin eyka stuttligan.

Tey ungu verða við til at skapa ymisku verkætlanirnar við teirra ynskjum, lyndi og áhuga, so tað verður okkurt spennandi fyri øll í 7.flokki til 18 ár.