Margarinfabrikkin bjóðar nú børnum hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt, eitt forum at tosa saman í. Tað vísir seg at vera lættari hjá børnunum at skilja og góðtaka sína støðu, tá ið tey kenna seg aftur í tí sum onnur børn siga frá.
Foreldur sum ynskja, at teirra barn kemur við í samrøðubólkin, skulu siga Margarinfabrikkini frá. Tað er sjálvandi av allar størsta týdningi, at bæði foreldrini eru samd um, at teirra barn kann koma í samrøðubólk, og at barnið, við góðari samvitsku yvir fyri báðum foreldrunum, kann tosa um sína støðu. Tí, at júst loyalitetur, dilemma og longsul eftir foreldrinum, ið barnið ikki býr saman við, eru kenslur sum kunnu fylla.
Bólkurin hittist á loftinum, í Margarinfabrikkini, eina ferð um vikuna í 10 vikur. Pláss er fyri 8 børnum í senn, og tað er ókeypis at luttaka.
Tað er av stórum týdningi, at tit foreldur vita, at vit leggja stóran dent á tagnaðarskyldu í bólkinum og at tit ikki spyrja børnini um nøkur nøvn. Heldur kunna tit spyrja inn til tað ávísa evnið, sum er tikið upp tann dagin og sum t.d. kann vera: kenslur, egin mørk, netverk, samveruskipan og nýggj familja.
Tað verða Salua Manai og Ingvør í Haraldsstovu, báðar námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, ið koma at leiða bólkin. Báðar hava viðkomandi eftirútbúgvingar og royndir í at hava samrøðubólk við børnum.
Um tit ynskja, at barn tykkara luttekur í bólkinum, kunna tit seta tykkum í samband við Ingvør tlf. 215775 ella skriva til ingvorih@gmail.com ella Salua tlf. 282119 ella skriva til salua@torshavn.fo