17.09.14
Tað hevur verið ein góður stemmningur í allan dag. Á leið børn hava verið frá kl.13.00 og tað hevur verið rokan og stuttleiki bæði inni og úti. Vit hava fingið eina nýggja bók við myndum og vegleiðingum til at flætta hárið, so fleiri gentur hava flættað og fingið sítt hár flættað við perluborðið, hetta var orduliga hugnaligt og gav stundir til nógv góð prát….Tað er altíð ferð á áðrenn quiz, tí øll eru so spent og vilja skunda sær í gongd, men tá vit byrja eru børnini orduliga røsk til at sita still og lurta eftir. Vinnarabólkurin í dag var Quiz Boys.
Stóri og vælumtókti aktiviteturin mikudag er tónleikur við Bartal. So skjótt limirnir koma inn um dyrnar, tuska tey til diskin at skriva seg á tónleikalistan, so tey kunnu fáa frálæru í guitar, bass, trummum ella sangi. Í dag hava 15 børn verði í stóra rúminum á loftinum.
18.09.14
Tað hevur verið ein góður, glaður og aktivur stemmningur. Nógv svong børn stungu høvdið inn í køkin, at spyrja hvat tey fingu og nær millummálin varð liðugur. Millummálin er nakað serligt her hjá okkum. Stemmningurin meðan tey bíða í kø og meðan tey eta er so hugnaligur. Børnini hava eisini spælt nógv. Regluspøl, pool og borðtennis. Eini 10 tweenarir vóru uppiá við Gunn. Tey chillaðu og høvdu spurnarkapping. Sæbjørn fór at fiska við eini 10 dreingjum og tað er altíð háspenningur í luftini, tá ið teir fyrireika seg. Á leið 60 børn, eins nógv av gentum og dreingjum.
22.09.14
Uml. 35 børn hava verið á margar í dag. Dagurin hevur verið friðarligur og róligur. Nógv børn fóru tíðliga heim. Dreingirnir fóru heim til hvønn annan.
Teir dreingirnir, sum vóru eftir, skipaðu sjálvir fyri fótbóltskapping og tað gekk fínt. Annars vóru hini børnini fordjúpaði í teimum aktiviteunum, sum vit hava. Nakrar gentur sótu við littlest petshop… eingin hevði skund, sótu bara og notu dagsins rætt og høvdu góða tíð og prátaðu. Eingin skipaður aktivitetur hevur verið á skránni í dag, so børnini hava sjálvi sett dagsskránna og lagið hevur verið í topp á øllum børnunum.
23.09.14
Tað hevur verði ein positivur og lættur stemningur. Nógvur látur og aftur í dag hevði eg kenslu av, at børnini hava eina kenslu av at hava tað gott her. Upplivi at tey kunnu verða seg sjálvi, við at tey sita og rópa uppá tann góða mátan yviri við PS… Børnini eru eisini farin at kenna okkara vikurútmu, vita nær dansur er, kreativur verkstaður og nær seiðaberg er J Tað hevur verið dansur og fótbóltur á skránni, dansibólkurin hugnaði sær við einum dansifilmi og venjing til sýningina í morgin. Fleiri dreingir fóru við Elin í Gundadal at sparka. Á leið 40 børn, fleiri dreingir
25.09.14
Í dag høvdu vit foreldrakaffi. Tað var ein hugnaligur dagur við nógvum børnum. Fyrr um dagin spældu vit og vandu dans, dansibólkurin var sera spentur at vísa fram fyri foreldrunum.
Nógv foreldur komu og notu ein góðan kaffimunn og køku, meðan børnini spældu og greiddu frá ymiskum. Tað var stuttligt at síggja, at fleiri børn sjálvi vístu foreldrunum runt. Sýningin hjá dansibólkinum gekk orduliga væl J Starvsfólkini greiddu stutt frá seg og um teirra arbeiðsøkir… Ein stuttligur dagur við nógvum blíðum og jaligum foreldrum og børnum.
26.09.14
Góður dagur, sera róligur. Tað vóru ikki so nógv børn inni samstundis. Beinta og Elin høvdu eini 10 børn og tweens við niðan í listaskálan. Børnini sum vóru eftir hugnaðu sær annars við PS, spølum, práti, matgerð, gjørdu armbond og settu hár.