Foreldrakaffi mikudagin 24.sep kl.15.00-17.00

Góðu tit 🙂

Foreldrakaffi verður í Margarinfabrikkini, tann 24-09-2014 kl. 15.00 til 17.00.
Øll avvarðandi, foreldur, verjar, systkin, ommur, abbar o.s.fr sum hava tíð, og hug at síggja Margarinfabrikkina eru vælkomin.
 
  • Leiðarin í Margarinfabrikkini fer í stuttum at hugleiða eitt sindur um Margarinfabrikkina
  • Starvsfólk fara at siga eitt sindur um seg sjálvan, og sítt ábyrgdarøkið
  • Gentur sum venja hip hop í Margarinfabrikkini fara at framføra dans fyri tykkum
  • Kaffi/the og køkur verður at fáa
Vit gleða okkum at síggja tykkum
 Heilsan
Starvsfólkini