Samrøðubólkur, heystið 2014

Nú er tíð at melda seg til samrøðubólk, fyri børn hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt.

Bólkurin er fyri børn í 3. – 6. fl. og vit hittast mánadag frá kl. 15 – 17 í Margarinfabrikkini. Øll børn í hesum aldri, við skildum foreldrum, eru hjartaliga vælkomin.

Hettta er 4. árið á rað, at vit hava samrøðubólk og vit gleða okkum at byrja aftur. Tey umleið 40 børnini, ið hava gingið í samrøðubólki hava sagt okkum, at tey hava havt gleði av at hitta børn í somu støðu sum tey. Somuleiðis hava vit fingið góðar afturmeldingar frá foreldrum teirra.

Í samrøðubólkinum fáa børnini tosað um ymiskt sum eyðkennir teirra lív sum skilnaðarbarn. Tað kann vera um sorg, longsul og loyalitet. Tað kann vera um brotna familju, nýggja familju og um orkuna tey brúka uppá at flyta ímillum mammu og pápa. Men ein partur av at vera í samrøðubólki er eisini, at síggja møguleikarnar sum eru, t.v.s. at vit tosa um egna styrki, um vinfólk og um netverk, sum vit hava.

Tað vera Salua Manai, leiðari og námsfrøðingur, Ingvør Weihe, námsfrøðingur og psykoterapeutur og Elin Katrina Jacobsen, námsfrøðingur ið koma at leiða bólkin.

Um tit vilja melda barn tykkara í samrøðubólk, kunna tit skriva til Ingvør á ingvorih@gmail.com ella ringja á tlf. 215775.

Seinasta freist at melda til er sunnudagin 21. sept.