Tween Time er aftur fríggjadagar kl.17.00-19.00
Tað er ein stórur tørvur fyri ungum í 5.-7.flokki at hava sítt egna rúm fyri teirra aldursbólk. Eitt rúm har tey kunnu møtast við sínum javnaldrum og práta og hugna sær saman. Tá ein verður tweenari broytist nógv, ein sær heimin við nýggjum eygum og mennist til ein meira sjálvbjargin og egin persónur. Mann er ikki eitt barn longur ei heldur ein tannáringur, men “in between” av tí hugtakið tweenari.
Vit hava gjørt rúm fyri okkara tweens við at hava opið fyri teimum fríggjadagar kl.17-19, har tey hava allar teir hentleikar sum eru um kvøldi. Kioskin er opin, teldurúmið er ókeypis eins og pool og playstation. Tað verður tíð til at práta og kjakast um ymiskt sum tey hava uppá hjarta.
[quote align=”left”]A Tween is in-between, young, happy and free[/quote]Tað er altíð eitt starvsfólk og eitt ungt hjálparfólk til arbeiðis, tað unga hjálparfólkið er ein, sum hevur verðið limur í Margarinfabrikkini sum barn og ungur. Hetta gevur eitt fantastiskt samskifti millum tweenararnir og starvsfólkatoymi.Aftrat fríggjadags átakinum er eisini gjørligt at brúka Tween rúmið á loftinum hvønn dag kl.13.00-17.00 har vit fáa eina drekkamunn, práta, hyggja at einum filmi og hava quiz. Eisini fara vit út úr húsinum, t.d. fara vit at hava havsvimjing fríggjadagin 12.septembur.
Øll í 5.-7.flokki eru vælkomin til Tween Time, tað er ókeypis og stuttligt 🙂