Barnadisko

Væl umtókta barnadisko heldur áfram

Kvøldið byrjar kl.19.00 við góðum tónleiki og spølum, vit dansa og spæla stoppdans, hornadans, limbo og annað stuttligt. Kioskin er opin við ymiskum søtmeti og slushice. Vit meta at 50 kr. er nóg mikið at hava við til góðgæti hesi kvøldini.

  • Fríggjakvøldið 12. sep. kl.19 – 22 fyri børnum í 3. – 4. fl.
  • Fríggjakvøldið 10. okt. kl.19 – 22 fyri børnum í 5. – 6. fl.
  • Fríggjakvøldið 14. nov. kl.19 – 22 fyri børnum í 3. – 4. fl.
  • Fríggjakvøldið 30. jan. kl. 19 – 22 fyri børnum í 3. – 4. fl.
  • Fríggjakvøldið 06. mars kl. 19 – 22 fyri børnum í 3. – 4. fl.
  • Fríggjakvøldið 24. apr. kl. 19 – 22 fyri børnum í 3. – 4. fl.
  • Fríggjakvøldið 05. juni kl. 19 – 22 fyri børnum í 3. – 4. fl.

Tað eru 4 starvsfólk saman við 2 ungum hjálparfólkum til arbeiðis, hetta gevur rúm til eina rúgvu av undirhaldi og góðum skemti.

Tað er ókeypis fyri limir og 20 kr. fyri vinir