Hvussu liva vit menniskju saman ?

Góðu børn og foreldur 🙂

Í dag, mikudagin 8. oktobur, kl. 15, fara vit at hava Barnafund í Margarinfabrikkini, har evnið er: Hvussu vit liva vit menniskju saman ?

Vit starvsfólk gleðast ofta um at kenna so nógv ymisk børn, ið liva í so ymiskum familjum, og tó duga tey so væl at vera saman.

Endamálið við barnafundinum er, at vísa børnunum at alt ber til og at alt er gott nokk, bara tey hava tað gott.

Í Margarinfabrikkini eru nógv herlig børn 🙂

Onkur býr hjá mammu og pápa, ið bæði eru føroysk.

Onkur býr hjá mammu og hjápápa.

Onkur býr hjá mammu og hjámammu.

Onkur býr hjá pápa og hjámammu.

Onkur býr bara hjá mammu ella bara hjá pápa.

Onkur flytur ímillum mammu og pápa.

Onkur hevur eitt foreldur, ið er úr øðrum landi.

Onkur hevur pápa ið er sjómaður.

Onkur eru ættleidd til teirra mammu og pápa.

Onkur býr hjá ommu og abba.

Onkur býr hjá fosturfamilju.

Onkur býr á barnaheimi.

Og helst er onkur annar máti at liva saman, ið vit ikki vita um 🙂

Vinarliga

Starvsfólkini í margarinfabrikkini