Vikan ið fór, børn vika 40

Mánadagur 29.sep

Í dag var ein sera róligur dagur, vit slappaðu av og spældu ymiskt saman. Tá tað ikki eru so nógv børn, so er tað lættari at sleppa fram at øllum sum er at spæla við. Tað vóru á leið 25 børn.

Týsdagur 30.sep

Í dag var deiliga rokaligt, tað var ein rúgva á skránni og nógv børn sum luttóku í øllum. Vit hava dansað, hugt at filmi, tekna uglir, hugna okkum í tween rúminum, spælt inni og út og verði í gundadali og sparka. Tað hava verið eini 60 festlig børn.

Mikudagur 1.okt

Tað var ein stuttligur dagur, sum altíð, vóru øll spent til quiz og at tekna seg til tónleikafrálæru. Vinnarabólkurin í quiz var F.C. Margar. Av tí at Bartal er á konsertferð við Guðrið, so var Uni Debess til arbeiðis. Uni er sera vældámdur av børnunum, tí hann er so blíður og jaligur, børnini komu flennandi av loftinum, tí tey høvdu roynt at spælt ymisk ljóðførir og høvdu sungið sum aldrin áður. Tað var næstan ein tónleikadagur, tí vit vóru eisini til móttøku í Reinsaríiðnum, tað var spennandi at síggja staðið, og serliga gott at fáa køku og appilsinjuice 😉

Hósdagur 2.okt

Tað var óðveður, so eingin genialur fiskitúrur var, men vit hugnaðu okkum inni við filmi á stórskýggja og poppkorni.Vit spældu nógv og Ingvør hevði gjørt karrybollar og rís, sum øll guffaði í seg. Ein ordans “hyggi” dagur við 55 børnum.

Fríggjadagur 3.okt

Ein deiligur dagur 🙂 Stemningurin var góður millum børnini. Tey vóru eitt sindur ótolin, Bergur arbeiddi úppá teldurnar so teldurúmið lat ikki upp beinavegin. Men tey tóku tað pent hóast alt. Eldra dagur var í dag og vit bjóðaðu øllum ommum og abbum til kaffi millum kl.15 og 17. Hetta var sera hugnaligt og væleydna, tað komu nógv og tey sótu leingi og prátaðu og hugnaðu sær. Eitt tiltak, sum vit heilt sikkurt fara at hava aftur.

[fancygallery id=”5″ album=”16″]