Hey øll børn, sum ganga í Margarinfabrikkini um dagin 🙂
Fríggjadagin fara krea verkstaðurin og tweenarnir niðan í Norðurlandahúsið at hyggja eftir framsýningini Gisp!.
Norðurlandahúsið skrivar soleiðis um framsýningina:
“Framsýningin setir sjóneykuna á norðurlendskar
teknirøðir sum listarák. Søgur verða sagdar, endurskapaðar, reistar
og fyribeindar, tá ið hugflog og veruleiki verða vavd saman. Við bókum,
málningum og installatiónum eggjar Gisp! til endurskoðan av okkara
siðbundnu fatan av teknirøðum, og listafólkini handan myndirnar og
teknirøðirnar geva sítt boð uppá stuttlig og álvarslig evni. Í sambandi
við framsýningina er Norðurlandahúsið eisini karmur um eina røð av
verkstovum fyri børn, ung og vaksin og fyri yrkislistafólk, ið hava
áhuga fyri hesi listagrein.”
Í hesum sambandi er ætlanin at fara til verkstovuna hjá Bárði Oskarsson og Malin Biller. Verkstovan verður 15. nov. Meira at frætta um hetta seinni.
Vit fara úr Margarinfabrikkini kl. 14, og hava okkurt gott við til dagsins rætt, sum vit eta uppi í Norðurlandahúsinum.
Vit gleða okkum til ein hugnaligan- og kveikjandi dag 🙂