Hevur tú ein lítlan rithøvund í búkinum ? Situr tú onkuntíð í tínum egna heimi og skrivar ævintýr og droymur um at gerast ein onnur Astrid Lindgren? Ella situr tú í skúlanum og skrivar tekst til eitt lag, sum melur inni í høvdinum á tær?
Nú hava tit, sum elska at skriva (also, tað er ikki neyðugt at duga mega væl at stava) og sum eru limir í Margarinfabrikkini, møguleika at melda tykkum til skriviverkstað. Vit byrja komandi mikudag 26. novembur og tað verður Elin á Rógvi, ið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs í 2014, ið kemur at hava skriviverkstaðið.
Tit melda tykkum til við at skriva til salua@torshavn.fo, men skundið tykkum, tí tað er bert pláss fyri 6 børnum.