Góðu tit øll 🙂
Tað er okkum ein gleði, at vera um tykkara framúrskarandi fittu og dugnaligu børn. Summarið er av á hesum sinni, og heystið og veturin, sum eisini hava sínar hugnaligu løtur, standa fyri durinum. Hetta hevur nakrar broytingar við sær í gerandisdegnum.
[divider]
[space height=”20″]
Fiskitúrur hósdag
Fiskitúrarnir sum hava verið hósdagar steðga nú til várið kemur. Næsta hósdag fiska vit fyri síðstu ferð í ár.
Framyvir svimja vit annan hvønn hósdag. Tá skoytibreytin kemur, skoyta vit eisini annan hvønn. Margarinfabrikkin eigur svimjiklæðir, so børnini nýtast ikki at hava svimjiklæðir við.
[divider]
[space height=”20″]
Kokkarok
Vistfrøði er ein spurningur um heilsu og at ansa eftir umhvørvinum. Vit fara at kanna hvussu okkara matarskipan ávirkar umhvørvið, og vit fara at matgera við heilsugóðum, og vistfrøðiligum vørum. Vit fara at royna okkum við matvørum, frá okkara heimliga umhvørvið. Eitt nú ætla vit at gera heimagjørdar pylsur við lambskjøti, gera øðrvísi rættir burturúr avroðum av føroyskum seyði, og við føroyskum eplum og rótum.
Verksmiðjan verður mánadagar frá kl. 14.00 til 16.30 í Margarinfabrikkini, 5 mánadagar í alt. Pláss verður fyri 6 børnum og fyrsta verksmiðjan verður mánadagin 10. november 2014 kl. 14.00.
Selma Erol fer at hava verksmiðjuna
Matverksmiðjan er einans fyri limir í Margarinfabrikkini.
Tit kunnu melda tykkara børn til við at skriva til salua@torshavn.fo Tit eru eisini vælkomin at ringja til Margarinfabrikkina á 292117 ella 282119 um tit hava spurningar um eitthvørt.
[divider]
[space height=”20″]
Flætta hár – smyrja neglalakk
Komandi hósdag verður dagurin tá vit fara at geva okkum góðar stundir til at smyrja neglalakk, flætta hár, hondbað, hondmasaju og seta hár. Øll børn sum hava huga at vera við, skulu bara koma oman í Margarinfabrikkina komandi hósdag 6. nov. aftaná skúlatíð.
[divider]
[space height=”20″]
Barnadisko fyri 3. og 4. Flokk
Fríggjadagin tann 14.novembur kl.19.00 til kl. 22.00 verður barnadiskotek í Margarinfabrikkini, tað er eitt sera hugnaligt og stuttligt tiltak.
Hettar kvøldið eru ymiskar dansikappingar og spøl. Kioskin er opin og vit rokka so tað svingar eftir í 🙂
Barnadisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr.
Vit meta, at 50 kr. í lummapeningi er nokk til kvøldið.
[divider]
[space height=”20″]
Barnajól 2014
Leygardagin 6. des. skipar Margarinfabrikkin fyri barnnamentanardegum Barnajól. Tann dagin hevur Margarinfabrikkin opið hús. Øll børn, ung og vaksin eru hjartaliga vælkomin.
Dagurin er skipaður við ymiskum verksmiðjum, sum øll eru vælkomin at luttaka í. Ikki er neyðugt at melda seg til verksmiðjurnar, komið bara inn á gólvið og luttakið um tit hava hug.
Kaffi, te og køkur eru til gestirnar. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fyribils skráin fyri dagin er niðanfyri.
[message_box title=”SKRÁ” color=”red”]Margarinfabrikkin kl.11 – 17
- Jólabakaríið, børnini fara at baka jólakøkur
- Grafiskur verkstaður, børnini fáa høvi at gera sítt egna prent
- Leir, børnini evna úr leiri saman við Guðrið Poulsen
Posthúskjallarin kl. 11 – 17
- Jólabomm, børnini fáa høvi at gera bomm
- Andlitsmáling
- Salong, negl verða smurdar og hárið flætta
Jólastjørnurnar
- Børn úr Margarinfabrikkini dansa Hip Hop í Posthúskjallaranum kl. 13.00 og kl. 15.00
Jólabýðurin
Aftur í ár er Margarinfabrikkin við til at prýða smáu jólasmátturnar, sum standa í býnum allan desember mánaða. Børnini eru, saman við Elin, so smátt farin í holt við, at gera ymiskt prýði til smátturnar. Vit gleða okkum til at síggja úrslitið.
[/message_box] [divider] [space height=”20″]Samrøðubólkar
Samrøðubólkarnir fyri børn við fráskildum foreldrum eru byrjaðir, og halda fram til hálvan januar.
Aftaná er ætlanin, at gera ein samrøðubólk fyri tannáringar við fráskildum foreldrum. Um hettar hevur tykkara áhuga kunnu tit skriva til ingvorih@gmail.com ella ringja á tlf. 215775.
[divider]
[space height=”20″]
Heimasíðan www.fabrikkin.fo
Okkara nýggja heimasíða www.fabrikkin.fo virkar nú sum hon skal :). Hon verður dagførd hvønn mánadag við tí nýggjasta frá okkum.
Sum nakað nýtt leggja við nú brot úr dagbókini á heimasíðuna, so tit kunnu lesa um vikuna sum fór. Hetta er hugnaligur lesnaður 🙂
Tit kunnu lesa um øll tiltøk og verkætlanir, sum vit fara at skipa fyri í næstum á heimasíðini.
[divider] [space height=”20″]Jólafrítíðin
Mánadagin tann 22.desember fer Margarinfabrikkin í jólafríð. Vit byrja aftur tann 5. Januar kl. 12.00.
Hetta var alt fyri hesaferð 🙂
Bestu heilsur
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini