Verkætlanir hjá Margarinfabrikkini fyri børn og ung

Lopfjølin

Lopfjølin er ein royndarverkætlan, sum Margarinfabrikkin saman við Mentamálaráðnum og Sosialu deild í Tórshavnar kommunu samstarva um.
Hetta er eitt tilboð til ung, sum hava tað trupult við at ganga í skúla, og sum ikki luttaka í vanligu skúla undirvísingini.

Endamálið við Lopfjølini er, at næmingarnir megna at taka eina 9. flokks próvtøku.

Námsfrøðingar úr Margarinfabrikkini og lærarar samstarva, hvør á sínum øki.

Verkætlanarleiðari: Dagmar Clothier

SummarNám

SummarNám er ein verkætlan sum Margarinfabrikkin hevur skipað fyri í tvey ár.
Vit hava í fleiri ár hoyrt og sæð ein tørv á tilboðum í summarfrítíðini hjá børnunum. Børnini hava langa summarfrítíð, ímeðan foreldrini ikki altíð hava møguleika at hava summarfrí saman við børnunum allar sjey vikurnar.

Nógvar ymiskar legur eru kring alt landið í summarfrítíðini, og vit meta, at tað eisini er tørvur á einari legu, sum hevur list og aðrar alternativar verksmiðjur á breddanum. Hendan legan verður tó skipa soleiðis, at børnini møta til sína verksmiðju um morgunin kl. 9, og dagurin endar kl. 15. SummarNám er í eina viku.

Endamálið við SummarNám er at børnini sleppa at royna síni listarligu og skapandi evnir. Og hvønn morgun og á miðdegi møtast børnini til máltíðir, soleiðis at tey koma at kenna og møta børnum, sum hava onnur áhugamál og evnir enn tey sjálvi hava.

Verksmiðjurnar í 2014 vóru:
– Leir
– Grafikkur
– Tónleikur
– Útilív
– Kokkarok
– Kroppur og rørsla
– Uppfinnara verksmiðja

Tað luttóku 100 børn í 2014, eins og undan farna ár var neyðugt, at steðga tilmeldingunum áðrenn ásettu tilmeldingarfreistina, av tí at alt var fult teknað. Hetta vísur, at tørvur er á, at Summarnám verður víðka til tvær vikur, so at øll børn sleppa framat. Eitt ynskið, sum vit arbeiða fyri at fáa at ganga út.

Verkætlanarleiðari: Beinta Clothier

Barnafestivalurin

Barnafestivalurin er eitt tiltak, sum børn, ung og starvsfólk í Margarinfabrikkini skipa fyri. Á Barnafestivalinum verða øll skapandi evnini hjá børnunum, sum dagliga koma á Margarinfabrikkina sýnd fram, so sum sangur, dansur, list, sjónleikur o.a. Børnini og tey ungu eru eisini við til fyrireikingarnar og at skipa fyri á sjálvum degnum
Barnafestivalurin hevur verið hildin í Grasagarði tey seinastu árini, og í ár var hann hildin í Tórsgøtu og í Margarinfabrikkini. Øll árini hava fólk úr øllum landinum vitja festivalin, og hevur tað øll árini eisini verið útselt til dagin.
Eitt av høvuðsendamálunum við Barnafestivalinum er m.a., at geva familjum eina familjuvinarliga og minnisríka uppliving, við skapandi, inspirerandi og stuttligum tilboðum. Og at okkara børn og ungu hava ein pall at framføra á og vísa síni kynstur.

Verkætlanarleiðari: Gunn Reginsdóttir Joensen