Svimjitúrur við tweenarum

So fóru vit at svimja, – fimm fitt ung menniskju og eg. Áðrenn vit fóru við bussinum niðan í svimjuhylin, høvdu vit keypt okkurt lekkurt til millummála.

Fyrst fóru vit í kavingarhylin og har var onkur ið dugdi serliga væl at gera ymisk lop frá vippuni 🙂 vit svumu kapp, vitaði hvør kláraði at verða undir longst og so spældu vit eisini “í brummuni”, tað skal líka sigast at tað er forbii strævið at renna í vatni 🙂

Beint áðrenn vit fóru upp, vóru vit so heppin at sleppa í gosbað,- har var onkur ið hevði goldið, men ikki var møttur upp og so sloppu vit….lekkurt.

Uppkomin ótu vit okkara millummála og so oman aftur í Margar 🙂

Ein super deiligur og stuttligur svimjitúrur við hesum fittu børnum og eg gleði meg longu til at fara at skoyta saman við teimum næsta fríggjadag 🙂