Mánadagin leggja vit til brots við viku SEX :)

Skráin er hendan og er fyri tey ungu, ið ganga í Margarinfabrikkini um kvøldið,
t.v.s. frá 7. flokki og til og við 17 ár.

Mánadagur:              “Torir tú?”

Týsdagur:                Karin svarar spurningum. Høvi verður at seta spurningar og skrivaðu spurningarnir verða eisini svaraðir.

Mikudagur:               Quizz ið tekur støði í viku SEX

Hósdagur:                 Karin tosar við ung um mørk og sex

Fríggjadagur:            Filmur og poppkorn kl 22.15

 

Týsdagin og hósdagin kemur sexologurin, Karin Dahl, at svara spurningum. Hon svarar spurningunum, ið eru eru í spurnarkassanum og eisini spurningum, ið møguliga stinga seg upp tað kvøldið.

Vit vilja eisini minna tykkum á, at seinasta freist at koma við skrivligum spurningum, er nú leygarkvøldið 31.01 🙂 spurnarkassin stendur á diskinum í kioskini 🙂