Í vikuskiftinum er opið fyri ungum í 7.flokki kl.20.00-24.00.
Um kvøldið er aldursbólkurin 7. flokkur til og við 17 ár, og tað verður gjørt eina rúgvu fyri at hugna um tey ungu. Vit baka, hava quiz, hyggja at filmum og dokumentarum. Um tey ungu hava hug at hava onkra kapping, so er bæði pool, borðfótbólt og borðtennis.
Teldurúmið er ókeypis og í løtuni er LOL tað sum verður spælt á alienware teldunum.
Fyri teimum í 8.flokki til og við 17 ár eru opið kl.20.00-02.00
Tað eru altíð 4 starvsfólk til arbeiðis 🙂