Eg eri so heppin, at eg arbeiði á einum fantastiskum arbeiðsplássi, har eg hitti eitt ótal av fantastiskum og spennandi børnum og ungum. Í dag siti eg so og skrivi okkurt í teldurúminum og saman við mær sita nakrir dreingir og spæla MINECRAFT á teldunum.
Ofta tá ið prátið kemur inn á børn og spæl eru útsagnir sum: “børn spæla ikki saman” ella “børn duga ikki at spæla longur” og nógvar aðrar negativar útsagnir.
Men eg veit bara, at hesir dreingirnir, ið sita her inni saman við mær í teldurúminum, samskifta sínámillum alla tíðina sjálvt um teir sita við hvør sína teldu. Gott nokk er annað hvørt orð teir siga, á enskum, og hesi ensku orðini verða bent á føroyskum t.d. enchant blívir til enchanta og save blívir til sava (seyva) og so framvegis.
Tað sum hesir dreingirnir eisini gera eru at hjálpa hvørjum øðrum við spælinum, um tað nú er okkurt teir ikki duga at gera og eisini hjálpa teir hvørjum øðrum í sjálvum spælinum. Teir blíva glaðir tá ið tað gongur teimum væl og gleðast tá ið tað gongur hinum væl. Eisini kempa teir sum úlvar á skógi fyri at hjálpa hvørjum øðrum.
Børnini her í teldurúminum spæla! Børnini í teldurúminum, ið sita við hvør sína teldu, spæla saman, samskifta og hjálpa hvørjum øðrum…..
Børnini í teldurúminum anno 2015 spæla á ein øðrvísi hátt og við onnur ting enn eg spældi við anno 70-ini 🙂
MEN BØRN SPÆLA