Mikukvøld í viku sex

Heilt nógv ung høvdu leitað sær oman á Margar í kvøld og lagið var í topp!

Mikukvøld er sum vant quizkvøld í Margar. Í samband við viku sex var evnið til quizzina, sum vera man, sex. Dentur var lagdur á, at spurningarnir vóru upplýsandi. Spurt varð inntil tey ungu, um tað var eitthvørt, ið tey kundu hugsað sær at vitað, sum vit so kundu brúka sum spurningar til quizzina. Spurningarnir snúgu seg  m.a. um kynssjúkur, fyribyrging og eisini um moral, tá talan er um sex. Er tað okey at siga nei til sex ella er man heilt undarligur, um man sigur nei? Nær er man samkyndur? Er tað um man eina ferð hevur verið saman við einum av sama kynið? Hesir spurningar løgdu eisini upp til eitt sera gott kjak millum tey ungu, og var tað so gott sum eingin, ið helt seg aftur, við at siga sína hugsan.

 
Tað var øgiliga ymiskt, hvat tey ungu høvdu svarað, summi vóru betri vitandi, enn onkur annar og soleiðis vil tað altíð vera, men at taka slík evnir upp, er í øllum førum við til at upplýsa tey ungu enn meira. T.d. var ein spurningur um man kann verða smittaður av kynssjúk við at sita á sama wcið, sum ein, sum er vorðin smittaður, og har høvdu tey flestu svarað ja. Tað vísti seg eisini, at fleiri av teimum ungu vóru eitt sindur í iva um, hvussu ein kann verða smittaður og eisini hvat fyri fyribyrging kann fyribyrgja bæði kynssjúku og at gerast við barn.

Tá ið quizzin var liðug fingu vit nýbakaða køku og kjakið helt áfram, til klokkan bleiv 22:00.

Eitt sera hugnaligt kvøld 🙂