Bowling við tweenarum mikudagin 4.mars

So var bowling á skránni fyri tweenarir. 16 ung og deilig menniskju komu niðan við í Bowlinghøllina.

Tað var ein avbjóðing at finna útav, hvussu vit skuldu býta okkum upp, men so bleiv góði og gamli mátin við at telja uppí trý nýttir (tí tað vóru trý lið) og tað riggaði bara heilt fínt 🙂

Vit tóku bussin niðan á Háls og so løgdu vit í vaði við at bowla 🙂

Tíðin fleyg avstað og áðrenn vit vistu av, vóru vit liðug. Summu vóru væl nøgd við teirra úrslit og onnur vóru minni nøgd við teirra 🙁

Eg gleði meg, at verða saman við hesu fittu ungu fólkunum næsta mikudag 🙂

[fancygallery id=”7″ album=”32″]