Street team

Street team er ein aktivitetur sum byrjaði, sum ein royndarverkætlan í Margarinfabrikkini í 2008. Hugskotið til verkætlanina kom av, at vit árini frammanundan høvdu upplivað, at ein og fleiri bólkar av ungum duttu burtur ímillum alt frítíðarvirksemi í kommununi.

Tey framdu smá herverk á støðunum tey “hingu út,” og vóru tey tí á ungum aldri, longu í vanda fyri at fara út á eina “skráplan”.

 Endamálið við verkætlanini var, at skapa eina positiva kontakt við hesi ungu, við at vera sjónlig og álitisvekjandi vaksin. Eisini ynsktu vit, at geva teimum eitt alternativ til tað at “hanga út” úti á gøtuni, og bjóða teimum Margarinfabrikkina at vera og virka í, har viðurskiftini vóru skipað og tískil fyribyrgja smá kriminalitetinum, ið var tá.

Street team var skipað soleiðis, at fýra starvsfólk vóru til arbeiðis hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld. Tvey av teimum, fóru tveir túrar út úr húsinum hesi kvøldini, har tey royndu at “kortleggja” hvar tey ungu eitt nú hildu til og hvat tey tókust við. Uppgávan hjá starvsfólkunum var, at seta seg í samband við tey ungu, samskifta við tey og evt. bjóða teimum eitt alternativ til hesi støðini úti í býnum.

Áðrenn hesa royndar verkætlan hevði Margarinfabrikkin ikki opið í vikuskiftinum. Vit hildu okkum vita, at tørvur var á, at vit høvdu opið, um man skuldi hugsa fyribyrging inn í okkara námsfrøðiliga arbeiði og tí gjørdu vit av at royna hetta. Verkætlanin var væl móttikin, og vit høvdu heilt skjótt nógv ung vitjandi hvørt vikuskiftið.

Vit skriva nú 2015 og vit hava síðani 2008, tá ið Street team bleiv til, havt eina vaksandi vitjan av ungum úr 7. flokki til og við 17 ár. Talið av vitjandi í vikuskiftinum bara veksur og kann lættliga fara upp um tey 100. Vit hava mánaðarligt samstarv við eitt nú SSP politi, sum meta, at trupulleikin við smá kriminaliteti als ikki er eins stórur longur.