Ummælið av danissýningini hjá Panta Rei

Norðurlanda húsið hevur nógvar spennandi sýningar, og eina kvøldið vóru fleiri ungar gentur, sum hava áhuga fyri dansi og hugdi at sýninginið hjá Panta Rei dansiteatri. Tær hava gjørt eitt ummælið frá sýningini:

Tað handlaði um onkra gamla konu, sum sjálvandi einaferð hevur verið ung, og tá elskaði hon at hyggja í speglin. So hon hevði hongt eitt stórt spegil í gongina hjá sær. Tá ið hon bleiv gomul, bleiv hon klikka og segði við øll, “kann onkur siga okkurt við hasa gomlu konina sum stendur í gongini og gløðir eftir mær?”. Men í verðuleikanum, var tað bara hon, sum sá seg sjálva í speglinum.

Alt sum var sagt, var upptikið frammanundan, so dansararnir søgdu einki í meðan tær upptraðkaðu. Tær dugdu sera væl at liva seg inn í rollirnar og at dansa. Tær vóru ógvuliga kreativar. Men tað var sera ringt at skilja, tí at onkuntíð tosaðu tær enkst og onkuntíð norskt. Og eg haldi, at vit allar blivu so hugtiknar av dansinum og hvussu væl tær dugdu, at vit ikki fokuseraðu uppá at skilja hvat tær søgdu.

Stóra takk til Norðurlanda húsið, fyri at vit kundu síggja hesa áhugaverdu sýningina.

 

[fancygallery id=”7″ album=”31″] myndir Joan