Barnadisko

Fríggjadagin 24. apríl verður barnadisko í Margarinfabrikkini fyri 3. og 4. flokk 

Vit byrja kl. 19.00 og halda áfram við fullum drøni til kl. 22.00. Hettar kvøldið er kioskin opin, við alskyns góðgæti.

Vit skipa fyri dansispølum og kappingum, og fara annans at rokka so tað svingar eftir í.

Vit meta avgjørt at 50 kr. er ivaleyst at hava við í lummapeningi, umframt atgongumerkið.

Barnadisko er ókeypis fyri limir, vinir gjalda 20 kr.