Hoyrispæl
Tann seinasta mánaðin hava nakrar sera dugnaligar madammur fingist við at gjørt eitt leikrit til eitt hoyrispæl.
Í skrivandi stund eru nakrar av gentunum í ferð við at finna ljóð, sum skulu brúkast til hoyrispælið. Ein annar bólkur skrivar nýggjar replikkir til eitt nýtt brot sum skal við í leikritið.
Fyri umleið einum mánaði síðani varð avgjørt at vit skuldu gera eina ræðusøgu. Hesar madammurnar vóru ógvuliga uppsettar uppá at tað skuldi verða ordiliga óhugnaligt. Men undirvísarin (Beinta) tordi ikki líka væl sum tær.
Úrslitið er tí blivið ein blandingur av ræðusøgu og krimi.
Og foreldur, systkin, ommur, abbar, systkinabørn, gubbar, gummur og øll onnur verða skjótt boðin til eina lurtiløtu.
Søgan í stuttum:
Teresa er blivin tikin til fanga av einum manni sum kallast Adam. Adam blívur við at kalla Teresu fyri Alma, hví ger hann tað?
Tær fimm vinkonurnar Lilja, Rósa, Durita-Laura, Annika og Ester skilja ikki hví Teresa ikki møtti upp til vinarbólk. Næsta morgunin eftir fáa tær at vita at Teresa er horvin og Annika fortelur at hon hevur fingið eitt løgið uppkall, mitt um náttina.
Hevur tað nakað við Teresu at gera? Og hvør var hasin maðurin sum tær sóu í Plantasjuni og hvat var tað við hasum lagnum sum hann murraði.
Nærri kunning verður at frætta um lurtiløtuna av hoyrispælinum “Sálin í moldini” seinni.
Drama madammurnar