Tær bergtóku áskoðararnar og dómararnar við sangi og dansi.
Fríggjadagin 27. marts var finalan av Talent kappingini og vóru fimm spennandi framførslur á skránni. Tær báðar Lif og Eva Maria vunnu Talent kappingina við sínum framúrskarandi dansi og sangi.
Fyrst á pallinum vóru Ludvík & Maria. Tey nevna seg Super Kids og sungu sangin “Loyndarmál” eftir Byrta. Tey sungu væl og kryddaðu sangin við kulum dansifetum. Síðani sluppu City Boys – ella Daniel & Óli – framat. Teir fingu alla fjøldina við, tá ið teir sungu sangin “Uptown funk” eftir Bruno Mars. Lógvabrestirnir rungaðu. Síðani trein Rebekka á pallin og sang við sannførandi rødd “You raise me up” eftir Josh Groban.
Eftir hetta áttu Lif & Eva Maria tørn, tær greipaðu saman sang og dans. Lif sang sangin “Oceans” eftir Hillsong, og Eva Maria dansaði og gjørdi ótrúlig fimleikakynstur. At enda dansaðu tær báðar. Seinastur á pallin var Rebekka J. Hon sang “Let it go” úr filminum Frozen. Hetta er ein krevjandi sangur, sum hon megnaði væl at syngja, og so vísti hon samstundis kenslur og livdi seg væl inn í sangin.
Dómararnir høvdu nógv góð orð at bera øllum luttakarunum, og teir vóru á einum máli um, at stigið var sera høgt í ár, og at tey kunnu ríka føroysku mentanina í framtíðini. Serliga ein framførsla skaraði framúr. Dómararnir vóru málleysir og tiknir á bóli, tá ið Lif & Eva Maria vóru á palli. Røddin hjá Lif var sera góð, og hon dugdi væl at brúka hana – serliga tá ið hugsað verður um hennara unga aldur. Og Eva Maria var so kring og brúkti rørslurnar at laða upp undir huglagið í tónleikinum. Tær vístu av sonnum, at tær eru dugnaligar. Stigið var høgt, bæði sangur og dansur.
Áleið 100 áskoðarar vóru til tiltakið. Hetta at hava eina stuðlandi og jaliga fjøld, er ein týðandi táttur í Talent. Endamálið er, at børnini fáa eina jaliga uppliving, sum gevur teimum mót til at royna nýggjar avbjóðingar.