Tónleikakappingin Sement, verður í Reinsarínum 15.-16. og 22.-23. maj og tilmeldingin er nú opin.
Tað er Margarinfabrikkin í Havn, sum skipar fyri kappingini í samstarvi við Reinsaríið.
Fyri at luttaka eru ávísar treytir:
Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakað út áður.
Hvør bólkur/einstaklingur fær 15 minuttir á palli – har í minsta lagi tvey egin løg skulu verða framførd. Allar sjangrur eru vælkomnar.
Vinnarin fær gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Bloch Studio – við tøkningi, umframt eitt gávubræv frá Simme Musikkhús.
Seinasta freist at melda til er 13. maj á midnátt.
Í fjør vóru tað Lyon & the Colourstorm, sum vunnu Sement.