Við tveimum árum á bakið, gera vit nú aftur klárt til SummarNám.
Aftur í ár verður møguleiki hjá børnum úr 2.fl til og við 5.fl. at luttaka á einum stuttligum og ørðvísi summarskúla.
Tey seinastu tvey árini hava útvið 200 børn úr øllum Føroyum melda seg til hesa vikuna.
Í ár verða sjey verksmiðjur og tær eru:
KokkaRok við Selmu D. Erol
ÚtiLív við Sæbjørn Johannesen og Dagmar K. Clothier
Kroppur og rørsla við Jóna Brandsson Christiansen og Øssur Debes Eiriksfoss
Grafikkur við Jónu Rasmussen
Træverksmiðja við Joel Cole
Leirverksmiðja við Óluvu Johannesen
KøkuRok við Ranvá A. Knudsen
Tað hevur enn ikki verið møguligt hjá SummarNámi at lata upp fyri tilmeldingum, men hetta verður gjørt skjótt, so tað er at fylgja væl við her á heimasíðuni.
Sum tey undanfarnu árini, so hava limir í Margarinfabrikkin frammíhjárætt. Eftir eitt ávíst tíðarskeið verður latið upp fyri tilmeldingum frá øðrum ið ynskja at luttaka. Sigast skal at børn úr øllum Føroyum eru vælkomin at luttaka.
Í ár verður SummarNám frá 29.juni til og við 3.juli.
Margarinfabrikkin vónar at nógv børn koma at luttaka og stuttleika sær, læra okkurt tey ikki vistu og hitta nýggjar vinir.
Vit síggjast til SummarNám 2015!