Kom við til Umhvørvisveiðuna
Margarinfabrikkin er aftur í ár karmur um umhvørvisveiðu fyri børnini. Tiltakið verður fyriskipað sum ein postarenning í Viðarlundini við ymsum spurningum um vistfrøði, náttúru og umhvørvi.
Høvi verður eisini hjá børnunum at planta sína egnu plantu at hava heim við, umframt at børnini fáa kakao og vistfrøðiligar bollar, tá veiðan er av.
Umhvørvisveiðan verður í døgunum mánadagin 4. mai til fríggjadagin 8. mai 2015, allar dagarnar frá kl. 10-15.
Dagstovnar og skúlaflokkar kunnu tekna seg til umhvørvisveiðuna kl. 10, 12, 14 hesar dagar.
Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo ella á tlf. 29 21 17