Mentanartiltak í Perluni

Fríggjakvøldið 4. Septembur skipar Röddin í samstarv við Reinsaríið fyri mentanartiltaki í Perluni.

Röddin er rödd teirra ungu, og vit vilja tí, við eini fjølbroyttari skrá, vísa hvussu nógv okkara ungdómur hevur at bjóða.

Á skránni er bæði tónleikur, upplestur og listasýning.
Skrá: Rebekka Petersen Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp yrkingar Punjab Sakaris Meta Ford
Listasýning: Gunnhild Persson Laura Gunnváardóttir Marita Vestergaard

Tiltakið er ókeypis!

Viðmerkingar