Vælkomin aftur úr summarfrí :)

So er summarfrítíðin av og vit gleða okkum til at síggja tykkum øll aftur – bæði nýggj og gomul andlit 🙂
Margarinfabrikkin letur upp mánadagin 17. aug. kl. 12. Vit fara at hava tað sama fasta virksemið, sum vit høvdu áðrenn summarfrítíðina, men um børnini ynskja ymiskar kappingar ella annað virksemið, er altíð rúm fyri tí 🙂

Øll børn, sum ganga í 3. til og við 6. flokki í Tórshavnar kommunu kunnu melda seg sum lim í Margarinfabrikkini, hetta er tó ikki eitt krav, men sum limur hevur ein nakrar fyrimunir.

Kostnaðurin fyri børn úr 3. flokki er 800 kr og fyri børn úr 4. til og við 6. flokki er kostnaðurin 400 kr og er hetta galdandi fyri alt árið.

Fyrimunirnir hjá limum eru:

  • Atgongd til alt virksemið í húsinum
  • Dagsins rættur er bíligari
  • Teldurúmið er fyri hálvan prís
  • Øll tiltøk t.d. barnadisco eru ókeypis
  • Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms- og teldupostskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um broytingar og virksemið í Margarinfabrikkini

 

Mánadagur:
Kl. 15 – 17  Fiskitúrur (bert fyri limir)

Týsdagur:
Kl. 14 – 17  Drama á loftinum (bert fyri limir)
Kl. 15 – 17  Fótbóltur í Gundadali ella á plattinum uttanfyri (øll kunnu vera við)

Mikudagur:
Kl. 15  Quizz (øll kunnu vera við)
Kl. 15  Tweentime (øll sum ganga í 5. og 6. flokki kunnu vera við)

Hósdagur:
Kl. 13 – 17  Tónleikafrálæra (bert fyri limir)

Fríggjadagur:
Kl. 13 – 17 Kreativur verkstaður á loftinum (øll kunnu vera við)

 

Umframt okkara fasta virksemið, hava vit hópin av øðrum spennandi virksemið í Margarinfabrikkini, sum øll børn frítt sleppa at nýta. Vit hava playstation, nintendo wii, nógv ymisk borðspøl, borðtennis, borðfótbólt og perlur, litblýantar pappír o.a. liggur altíð frammi 🙂

 

Vit síggjast mánadagin 17. aug. 🙂