Hvønn mikudag er “tweens”, har tweenarnir (børn úr 5. – 6. fl.) gera eitthvørt saman. Vit brúka nógv hølið á loftinum í Margarinfabrikkini, har møguleiki er fyri at spæla spøl, hyggja eftir film ella drekka te og práta. Vit eru eisini nógv úti og gera ymiskt spennandi, t.d. úti og rógva við árabáti, fiska, brenna bál, biograftúr og mangt, mangt annað 🙂 Mikudagin í síðstu viku vóru tweenarnir í Volgaravík og brendu bál og grillaðu skúmfidusir – tað bleiv hugnað óført 😉
[fancygallery id=”7″ album=”48″]