Tað er týdningarmikið at børn kenna seg viðurkend av foreldrum sínum, og vit vilja øll fegin viðurkenna okkara børn. Men mong halda, at viðurkenning einans snýr seg um at rósa og at siga positiv orð um barnið allatíðina.
Men viðurkenning er ikki tað sama sum at rósa og ein av stóru feilunum í barnauppalingini er, at vit blanda rós og viðurkenning. Hesi hava nevniliga ikki sama virknað, og tey hava heldur ikki somu ávirkan.
Rós
Rós er ein meting. Tað vísir at tú heldur okkurt vera gott ella ringt. Tað er sostatt tín egna meining um onkran ella okkurt.
Tá tú rósar barninum sigur tú kanska: “Tú ert ein góður fótbóltsleikari”. “Hetta var ein vøkur tekning” ella “Tú ert so vøkur.”
Tú sigur altso, hvat tú heldur. Oftast er hetta í lagið og gevur ikki trupulleikar.
Men hvat um barnið ikki kennir seg sum ein góðan fótbóltsleikara? Ella um tekningin bara var ein krussedulla, sum var gjørd í stórum skundi? Hvat um barnið júst er happa við sínum nýggju brillum, og at tað tí ikki kennir seg serliga vakurt?
So samsvarar tað, tú sigur, ikki við tað, barnið kennir. Og tað kann gera, at barnið ikki sær títt trúðvirði sum serliga stórt.
Tað er onki í vegin við at tú rósar barninum – men tað er ikki tað sama sum at viðurkenna.
Viðurkenning
Viðurkenning snýr seg um at góðtaka ella at rúma. Tað snýr seg um treytaleysa góðtøku – líkamikið um tað, barnið ger, er gott ella vánaligt eftir tínum tykki.
Viðurkenning snýr seg um at góðtaka uttan at meta um eginleikar ella dygdir. At tú vísir barninum, at tú virðismetir tað, júst sum tað er, og at tað hevur virði fyri teg – bara tí tað er til.
Tað snýr seg um, at tú ikki roynir at broyta barnið, men møtir tí har tað er – sama hvussu tað er.
Albert Einstein segði, at vit øll eru flogvit. Men dømir tú ein fisk eftir, hvussu væl hann dugir at klatra í trøum, so fer hann alt lívið at halda, at hann er býttur.
[quote align=”center” color=”#888888″]Rós eggjar barninum til at vera, sum tú ynskir tað at vera.
Viðurkenning eggjar barninum til at vera júst so, sum tað er.
[/quote]
Tín viðurkenning gevur barninum mót til at vera seg sjálvt.
Eigur tú ein fisk – lat so vera við at eggja honum til at klatra í trøum, líkamikið hvussu høgar tankar tú annars hevur um klatring í trøum. Gev honum eitt akvarium, har hann kann mennast og trívast.
Viðurkenningin lærir barnið at elska seg sjálvt. Og tað er týdningarmesta uppgávan í uppalingini.