Starvsfólkini í Margarinfabrikkini hava í eina tíð spælt sær við tankan um at blogga um ymiskt sum hevur við børn, tannáringar og familjulív annars at gera. Og í tí sambandi hava vit fingið eitt samstarv í lag við familjuráðgevingina, Wize me up, sum m.a. bloggar um barnauppaling, tannáringar, hjúnaðarrskilna og mangt annað.
Erla Heinesen Højsted, sum eigur online ráðgevingina, Wize me up saman við Katrine Werner, familjucoach, er løggildur sálarfrøðingur og er serfrøðingur í nýmótans familjulívi og avbjóðingunum sum familjan í dag møtir í sínum gerandisdegi.
Erla hevur arbeitt við børnum og familjum á ymiskan hátt í meiri 14 ár. Hon hevur starvast sum familjusálarfrøðingur í kommunum og í PPR (pædagogisk psykologisk rådgivning).
Vit fara at leggja greinar út á føroyskum, sum vit við heimild frá Erlu og Katrine hava fingið loyvið til at umseta til føroyskt. Vit hava í fyrsta umfari valt at umseta nakrar greinar, sum vit halda eru viðkomandi, men vit vilja fegin hava hugskot og prei frá tykkum børnum, ungum og foreldrum og øðrum um viðkomandi greinar av heimasíðuni www.wizemeup.dk . Tit kunnu skriva prei til okkum á fabrikkin@torshavn.fo
Starvsfólkini 🙂