Heilin hjá tínum tannáringi fer í dvala, tá ið funnist verður at honum

Heilin hjá tínum tannáringi fer í dvala, tá ið funnist verður at honum

At skelda og finnast at, fer inn gjøgnum tað eina oyra og út gjøgnum hitt hjá tínum tannáringi.

Tú kennir tað heilt sikkurt væl.

Tú sigur tað sama umaftur og umaftur við tín tannáring, men tað tykist, sum um tað ikki rínur við.

 

Ofta hevur tað við sær, at tú gerst meira og meira ørg/argur og enn meira ráðaleys/ur.
Nú havi eg skeldað um hettar so ofta, nær fer tað at rína við?

 

Í roynd og veru finst ein frágreiðing um hetta, ið er heilt natúrlig, og sum vónandi vil fáa teg at royna hendan framferðarháttin, næstu ferð tú gjarna vilt læra tín tannáring nakað.

 

Granskarar hava nevniliga mált heilan hjá tannáringum, meðan mamman skeldar. Tá ið slíkar kanningar verða gjørdar, kann man síggja, hvørji umráði í heilanum eru virkin.

 

Tað, ið funnið er fram til, er, at tá ið tannáringurin verður skeldaður, gerst heilin meira virkin í tí økinum, ið stýrir kenslunum, samstundis sum umráðið, ið stýrir skynseminum og rationellari hugsan stigvíst ”lukkar niður”.

 

Tað vil siga, at tín tannáringur verður kensluliga ávirkaður, men kann ikki brúka tað til nakað skynsamt.

 

So næstu ferð tú er um at skelda og finnast at tínum tannáringi, hugsa so um hvat tú ístaðin kann gera.

 

Les eisini: Sådan løser du en konflikt med din teenager http://wizemeup.dk/ saadan-loeser-du-en-konfikt-med-din-teenager

 

Les eisini: Bliv klogere på din teenager http://wizemeup.dk/bliv-endnu-klogere-paa-din-teenager

Hygg her – kanska kann hettar hjálpa tær http://wizemeup.dk/ online-raadgivning/teenager-problem-skab-et-aabent-aerligt-og-tillidsfult-forhold-til-din-teenager

 

Góða eyðnu

Katrine Werner

 

 

Viðmerkingar