Tosa við barn títt – eisini um tað óhugnaliga

Tosa við barn títt – eisini um tað óhugnaliga

Ógvusligar hendingar so sum kríggj, yvirgangur, hungursneyð, flóðaldur, menniskjaskaptar, flogvanlukkur og aðrar náttúruvanlukkur hava fingið alsamt meira rúmd í okkara tilvitsku. Bæði tí at tað verður lýst meira í ymiskum miðlum og harvið sjónligari, men eisini tí at óhugnaligu hendingarnar koma tættari og tættari.

Í dag er mest sum ómøguligt at verja títt barn ímóti harðskapinum og óhugnaligu hendingunum, sum eru í verðini í dag. Og tað ger, at nógv foreldur eru í einari torførari støðu.

Skal man so tosa við børnini um hesar ræðusøgur ella ikki?

Tað er av stórum týdningi at tosa við børn um tað, sum tey síggja og hoyra. Um tú ikki gert tað, gera tey sær sínar egnu tankar og myndir av ræðusøgunum, og kunnu skapa ein óskynsaman ótta og ímyndarevni, sum kunnu vera enn torførari at handfara enn veruleikin.

Tá ið ógvusligar hendingar fara fram, eru tað serliga trý ting, sum eru týdningarmikil, at tú gert teg varugan við.

1. Tað allar týdningarmiklasta er, at tú tosar við barnið um tað, sum er farið fram. Ver erlig/ur, men læt tað tú sigur verða hóskandi til barnsins aldur. Tú sigur ikki tað sama við títt 5 ára gamla barn, sum tú sigur við tín 13 ára gamla tannáring. Ver veruliga tilvitað/ur, at aldurin á barninum er grundarlagið fyri, hvat tú sigur við barnið, og um tú sigur nakað um hendingina. Tað er í nógvum førum eitt gott hugskot, at hyggja eftir tíðindunum saman við børnunum, – men bara um tað eru eldri børn.

2. Tá ið ógvusligar hendingar fara fram, skelvir grundkenslan hjá barninum og okkara uppgáva sum vaksin, er at endurskapa hana, og tá er tað týdningarmikið, at tú tosar við barnið um gerningsmaðurin er handtikin, og at løgreglan ansar eftir honum/teimum soleiðis, at tey ikki kunnu gera meira. Tað er eisini týdningarmikið, at tú fortelur barninum, at hettar eru hendingar, sum ikki henda hvønn dag, men heldur sjálvdan. Tað er eisini sera týdningarmikið, at tú fortelur teimum, at tað IKKI er vandamikið, at tit gera og liva sum tit plaga.

3. Ræðslan, sum barnið hjá tær følir, er heilt natúrlig, men hon kann gerast minni og ikki fylla eins nógv, um tú hjálpir barninum at seta orð á og møta ræðsluni. Tú mást endiliga ikki kveistra kenslurnar sum barnið situr við burtur, við at siga, at barnið ikki skal hugsa so nógv um tað sum hendi, tí at tað er ómøguligt og so fer barnið bara einsamalt at bera ræðsluni.

Minst tí til, at tað er av stórum týdningi, at tú tosar við barn títt um hendingarnar, at tú viðurkennir ræðsluna hjá barninum og gevur rúmd fyri at tosa um tað, sum er hent – eisini seinni. Á tann hátt hjálpir tú barninum at avmarka ræðsluna, so at hon ikki spreiðir seg til gerandisdagin hjá barninum. Royn og tosa um tað, soleiðis sum tú tosar við barnið um eina og hvørja aðra hending, hóast tú sjálv/ur ert bangin.

www.wizemeup.dk

Vinarliga

Erla Heinesen Højsted