Í morgin týsdagin 8. des. kl. 15, fáa vit forkunnuga vitjan í Margarinfabrikkina. Felagskapurin Amnesty Føroyar, kemur at greiða okkum, bæði børnum og vaksnum, frá um mannarættindir. Tey fara m.a. at greiða okkum frá hvat mannarættindi er, hvat ein sáttmáli er, hvat barnarættindasáttmálin er, og ikki mist hvat Amnesty er fyri nakað.
Tey sum koma at greiða okkum frá, fara eisini at leggja okkum lag á, at “skriva fyri lívið”, sum er eitt átak, sum Amnesty International skipar fyri kring allan heimin.
Vit í Margarinfabrikkini hava í ár, avgjørt at vera við í hesum átakið, tí at vit meina, at børn og ung í Føroyum, skulu vita at tey eisini, hóast vit eru fá og evarska lítil, kunnu gera mun við at luttaka aktivt í ymiskum samfelagsviðurskiftum, bæði heima og úti í stóru verð.
Amnesty skrivar millum annað soleiðis á teirra heimasíðu:
“Títt hondskrivaða bræv, saman við hundratals øðrum brøvum, kunnu bjarga lívum. Kom og ver við í árliga skriviátakinum hjá Amnesty International. Tú kanst luttaka á einum av skrivi-tiltøkunum kring landið, ella skipa fyri tínum egna tiltaki. Les alt um hvussu tú kanst skriva eitt bræv ella skipa fyri einum skrivi-tiltaki her á síðuni. Her kanst tú eisini taka alt tilfar niður, sum tú hevur brúk fyri. Teknar tú teg at skipa fyri einum skrivi-tiltaki, fært tú ein røð av eyka tilfari um brævaskriving.”
Vit gleða okkum til vitjanina 🙂