Tíðindaskriv veturin 2016

Tíðindaskriv veturin 2016

Góðu tit øll 🙂

Árið 2015 er farið um sýn og vónandi eru tit øll komin væl inn í nýggja árið. Sum altíð, eru børn tykkara framúrskarandi fitt og dugnalig.

Síðsta hálva árið eru nakrar broytingar farnar fram í starvsfólkahópinum. Elin K. Jacobsen er farin í barnsburðarfarloyvi. Gunn R. Joensen er framvegis í farloyvi, men byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Tvey nýggj andlit vera at síggja í starvsfólkahópinum, tey eru Fróði Hansen, sum er útbúgvin lærari og Herborg Torkilsdóttir útbúgvin fangavørður. Fróði er byrjaður, og vit gleða okkum til at Herborg byrjar 1. februar, hon fer at hava ábyrgd av kreativa verkstaðnum.

 

Margarinfabrikkin er fyri øll børn í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 3. til og við 6.flokk.

Tað er gjørligt at melda seg sum lim, men ikki eitt krav. Tað hevur tó nakrar fyrimunir við sær at vera limur.

Kostnaðurin fyri alt árið at vera limur er 800 kr. fyri børn í 3. flokki og 400 kr. fyri børn í 4. til 6. flokk. Tó fara limagjøldini niður í eina helvt frá 1. Januar 2016.

 

Fyrimunirnir hjá limum eru m.a.

  • Atgongd til alt virksemið í húsinum
  • Dagsinsrættur er bíligari
  • Teldurúmið er fyri hálvan prís
  • Øll tiltøk t.d. barnadisko er ókeypis
  • Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms og teldupostskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um virksemið og broytingar í Margarinfabrikkini

 

Hesar dagar hava vit ikki opið:

Vit fara í páskafrí tann 21.mars og byrja aftur tann 29.mars 2016 kl.12

Dýri biðidagur 22. apríl

Flaggdagur    25. apríl

Kristi hf.dagur    5. mai

2. hv. Dag       16. Mai

 

 

 

Upp og afturlatingartíðir

Mánadag til Hósdag:          kl.12.00 til 17.00

Fríggjadag:                 Kl.11.30 til 17.00

 

Okkara fasta virksemið verður áleið tað sama sum í farna árið.

Um børnini hava okkurt ynski um ymiskar kappingar ella annað virksemið er altíð rúm fyri tí 🙂

 

Mánadagur:

Kl.13.00 til kl.17.00 Tónleika frálæra allan dagin (bert fyri limir)

Týsdagur:

Kl.14.00 til 16.00 Køksfabrikkin (bert fyri limir)

Kl. 15.00 til 17.00 Fótboltur í Gundadali ella fótbóltskapping á plattinum uttanfyri. (fyri limir og vinir)

Mikudagur:

Kl. 15.00 Spurnarkapping (fyri limir og vinir)

Kl. 15.00 Tweens (øll sum ganga í 5. og 6. flokki kunnu vera við)

Hósdagur:

Kl. 13.30 til 16.00 Seymiverkstaður (bert fyri limir)

Fríggjadagur:

Kl. 13 til 17.00 Ítriv allan dagin (bert fyri limir)

 

Eitt sindur um viku aktivitetirnir:

Seymiverkstaður (Nýtt)

Hvønn hósdag frá 11. februar, verður gjørligt hjá børnunum at luttaka í seymiverkstaði sum Herborg fer at hava ábyrgdina av. Herborg hevur luttikið í kappingini “Klar parat sy”, sum var send á DR og vann kappingina. Herborg hevur drúgvar royndir við seyming og øðrum kreativum arbeiði.

Ætlanin hjá Herborg er at børnini kunna seyma ymiskt til sín sjálvan t.d. niðurdeilar, blusur og húgvur.

Um barn tykkara ynskir at verða við í hesum verkstaði, er neyðugt at melda seg til. Hettar kann gerast við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo  viðmerkið navn á barninum og eitt tlf.nr. har tit kunnu røkkast.

 

Tónleikur

Mánadag er frálæra í tónleiki. Undirvíst verður í gittar, bass, klaver, trummum og sangi.

At byrja við, verður tað einstaklinga frálæra, men við tíðini er ætlanin at gera samanspælsbólkar, ið fara at framføra, har høvi býðst.

Endamálið við hesum verkstaði er at leita fram tónleikaevnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug.

Bartal Augustinusen leggur børnunum lag á.

 

Køksfabrikkin:

Køksfabrikkin heldur fram í vár. Køksfabrikkin er ein verkstova har børnini gera sunnan og vistfrøðiligan kost saman við Selmu. Køksfabrikkin verður fýra fylgjandi týsdagar og byrjar 2. Februar. Um tykkara barn ynskir at royna hettar, skulu tit skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo. Tað er pláss fyri fýra børnum hvørt skeið.

 

Fótboltur

Týsdag er fótbóltur í Gundadali, eitt starvsfólk er altíð við sum dómari.

Quiz

Mikudag er spurnarkapping. Spurningarnir eru blandaðir og kunna verða alt frá hvat rørist í samfelagnum beint nú, søguligir, almenn vitan og skemtiligir spurningar.

Um børn ynskja at skipa fyri spurnar kappingini hava tey møguleika til at melda seg til at gera spurningarnar og at lesa upp

 

Skoyting

Skoytingin verður síðstu ferð í ár hósdagin tann 28. Januar.

Fiskitúrur

Fiskitúrarnir byrja aftur tann 28. apríl.

 

Barnadisko fyri 3. og 4. Flokk

Barnadiskotek fyri 3. og 4. flokk er 6. hvørja viku í Margarinfabrikkini. Tað er eitt sera hugnaligt og stuttligt tiltak.

Tá skipa vit fyri, dansikappingum og spølum. Kioskin er opin og vit rokka so tað svingar eftir í J

Barnadisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr.

Vit meta at 50 kr. í lummapeningi er meira enn nokk til kvøldið.

Næsta Barnadisko verður fríggjakvøldið tann 29. Januar kl. 19.00 til 22.00 Vit gleða okkum at síggja so nógv børn sum gjørligt hettar kvøldið.

Tweens

Tweens er eitt tiltak fyri børn í 5. Og 6. flokki, sum ynskja og hava tørv á at vera saman við sínum egna aldursbólki eina løtu. Hesar løtur eru sera hugnaligar við góðum og áhugaverdum práti, sum rørir seg  í teirra unga sinni.

Vit fara eisini túrar út úr húsinum, til ymisk tiltøk sum er hóskandi fyri hendan aldursbólk.

Øll í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 5. og 6. flokki eru vælkomin 🙂

Dagmar Clothier skipar fyri

Føstulávintshald

Mánadagin tann 8. februar fara vit at halda føstulávint, men av tí at øll børnini longu hava sligið tunnu í skúlanum ella aðrastaðni, fara vit at hava okkara árliga ”bommdag”. Hendan dagin verður søtmetið til dagsins rætt. Kostnaðurin verður 8 kr. fyri limir og 12 kr. fyri vinir. Matkortið kann ikki nýtast til søtmetið, so børnini mugu hava reiðan pening við. Bommdagurin byrjar kl. 14.00 til øll hava fingið 🙂

Vit fara eisini at hava grýlukapping. Tann vakrasta, óhugnaligasta, stuttligasta og løgnasta grýlan fær virðisløn 🙂

Samrøðubólkar   

Samrøðubólkar fyri børn við fráskildum foreldrum byrja í februar og halda fram til hálvan apríl.

Aftaná er ætlanin, at gera ein samrøðubólk fyri tannáringar við fráskildum foreldrum. Um hettar hevur tykkara áhuga kunnu tit skriva til ingvorih@gmail.com ella ringja á tlf. 215775.

Heimasíðan www.fabrikkin.fo

Heimasíðan www.fabrikkin.fo verður dagførd dagliga við tí nýggjasta frá okkum.

Tit kunnu lesa um øll tiltøk og verkætlanir, sum Margarinfabrikkin skipar fyri á heimasíðuni og á okkara facebook vanga, sum eitur Margarinfabrikkin.

 

Bestu heilsur 🙂 🙂 🙂

Starvsfólkini í Margarinfabrikkini