Hesa vikuna, viku seks, fara vit í Margarinfabrikkini at seta fokus á SEX.
Málbólkurin er tey ungu, sum hava atgongd til Margarinfabrikkina um kvøldið, t.v.s. 7. flokkur og til og við tey 17 ára gomlu.
At verða tannáringur er ein sera spennandi tíð, men samstundis kann tað eisini verða ein sera ørkymlandi tíð. Kroppurin broytist og kenslurnar kunnu verða sum tær ógvusligastu vulkanirnar, og ofta kann tann kenslan kennast løgin.
Áhugin fyri at læra sín egna kropp og kroppin hjá øðrum at kenna, gerst størri og størri og hugurin til at granska sín egna kropp økist. Tankar sum, “Hava onnur tað sum eg, ella er tað bara eg sum havi tað soleiðis”, eru heilt vanligir fyri tannáringar.
Sum tannáringurin gerst eldri, gerst sex meira og meira ein natúrligur partur av lívinum.
Í hesari vikuni fara vit at taka ymisk evni upp, ið snúgva seg um sex, relatiónir, kroppin og um hvussu vit ansa eftir okkum sjálvum og øðrum á netinum.
Vit hava ein spurnarkassa kallaður “SEX SPURNINGAR” í stórarúmið, og longu nú eru fleiri spurningar komnir. Um tit hava eitt hvørt tit vilja hava vit taka upp, tveita tit bara ein spurning í har.
Skráin fyri viku SEX er:
Týskvøld kl. 19.30 Elin Michelsen prátar um hvussu vit kunnu ansa eftir hvørjum øðrum á netinum og hvussu vit kunnu blíva tryggari á netinum
Mikukvøld kl. 20 Sex Quiz
Hóskvøld kl. 20.00 Elin í Stórustovu prátar um sex og relatiónir