Køksfabrikkin: Chili Sin Carne

Hesa ferð fara vit at gera Chili Sin Carne – tað er kjørfría útgávan av chili con carne. Vit fara at hava bulgur og guacamola afturvið.

Tilfarð:
500 gr. soyakjøt
2 piparfruktir
2 leykir
3 hvítleyksbátar
2 íløt av tomatum
uml. 400gr av svørtum bønum
uml. 400 gr av kidneybønum
uml. 200 gr av kikertum
uml. 30gr myrk sjokoláta 70-85%
limefrukt

Mannagongd:
1. Hita olju í einari stórari pannu og steik leyk og hvítleyk í einari 3 minuttir.
2. Síðan skal soyakjøtið steikjast eini 5 minuttir.
3. Lat til síðst tomaitr, myrku sjokolátuna, grønmetið og bønurnar í.
4. Smakka til við spidskommen, kaneli, kili, salti, pipari og lime.
5. Kóka bulgur eftir vegleiðingini á pakkanum.

Afturvið: Guacamola.
3 avokadoir
1 lítlan reyðan leyk
½ tomat
2 hvítleyksbátar
1. Mosa avokadoirnar, hakka grønmetið fínt og rør alt saman.
2. Smakka til við salti, pipari, sitrónsaft og møguliga jalapenos.

‘Heimagjørd’ nachos: Deil eina tortillapannukøku í 6 stk, smyr við olju á báðum síðum og stroy við oregano ella líkandi urtum á. Set í ein heitan ovn á 225 gradir í einar 5 minuttir.

Vælgagnist og takk fyri í dag 🙂