Havadagur verður mánadagin 2.Mai kl. 13 í Margarinfabrikkini.
Um veðrið verður gott, og tað vóna vit, fara vit at feira henda fyrsta plantudagin við at grilla og hugna okkum í okkara egna hava.
Nú er longu eitt ár síðani at vit í Margarinfabrikkini settu okkara egna køkshava í verk. Fleiri røsk børn og ung vóru við at fáa broytt eitt øki, sum lá undir í ókrúti og grasi til ein spírandi køkshava. Vit hava m.a. fingið jarðber, rabarbur, bótarurt, spinat, rukkula, fleiri sløg av urtum, fenniku, súreplatræ, stikkelsberja-, sólberja- og ribsberjabuskar at vaksa. Ì ár fara vit m.a. at seta eplir og jarðskokkar niður, planta/sáa okkurt afturat í okkara plantukassar og eisini snøgga um í havanum, ið hevur fingið frið síðani seinasta summar. Harafturat fara vit at hanga tvey smá vakstrarhús upp á eina húsavegg og seta gongd á ein kompostkassa 🙂
Komið øll børn og ung!