Jørðin er eitrað – komið við !!

Hóskvøldið fara vit til leikin “Jørðin er eitrað”, sum okkara Beinta spælir við í.

Leikurin er um hvussu føroyskir hermenn og teirra avvarðandi uppliva kríggj og alt sum har til hoyrir.

Um tú ynskir at koma við, skalt tú skriva eini boð á okkara fartelefon 292117 og viðmerkja navn.

Øll eru vælkomin við, men avmarkað er hvussu nógv pláss er, so skundið tykkum at melda til.