Vika 17 – Einsemisvika

Aftur í ár vilja vit varpa ljós á einsemi.

Vika 17 er vikan, har ljós verður varpað á einsemi.

Í fjør varð varpað ljós á einsemi á tann hátt, at vit skuldu koma hvørjum øðrum við, seta okkum í samband við onkran, ið vit ikki hava sæð/tosað við í eina tíð og ikki minst at síggja hvønn annan.
Í Margarinfabrikkini tosaðu vit um evnið og børnini og tey ungu komu til orðanna við sínum hugsanum. So at siga øll, børn sum ung, vistu um ein ella fleiri, sum vóru einsamøll. Vit høvdu m.a. quiz, har evnið var einsemið. Vit valdu at gera upplýsandi spurningar og opnar spurningar, sum løgdu upp til kjak og har komu nógv góð boð uppá, hvussu vit kunnu koma einseminum til lívs.

Í ár verður varpað ljós á einsemi við at hava felagsdøgurðar. Í Danmark skipa fleiri skúlar og stovnar fyri felagsdøgurðum har øll eru vælkomin, og hetta fara vit eisini at gera í Margarinfabrikkini. Hósdagin bjóðað vit ókeypis millummála til øll børn, sum koma í Margarinfabrikkina og um kvøldið verður sum vant ókeypis døgurði til tey ungu. Vit fara øll at eta saman, koma hvørjum øðrum við og vit vóna at síggja nógv børn og ung – so takið endiliga ein vin við til eina hugnaliga máltíð saman við okkum í Margarinfabrikkini 🙂

Í samband við einsemisvikuna fara vit at leggja viðkomandi greinar o.a út á heimasíðu okkara, sum eisini verður at síggja á okkara facebook síðu.