Rói Ólavson vann Talent 2016

13. apríl skipaði Margarinfabrikkin fyri talentkapping fyri børnum úr 3. – 6. flokk. Hetta er ein kapping, sum Margarinfabrikkin hevur skipað fyri í nøkur ár, og aftur í ár sluppu børnini at royna seg á pallinum.

13 bólkar og einstaklingar høvdu teknað seg til, men tá alt var av, var tað Rói Ólavson, sum vann. Hann sang og spældi “All Of Me” hjá John Legend og vann eitt gávubræv á 1000 krónur.

Til Mentanarnáttina verður Rói aftur at hoyra. Tá fara hann og aðrir bólkar at spæla konsert uttanfyri Margarinfabrikkina um kvøldið.

[fancygallery id=”8″ album=”86″]