5 støður tannáringurin verður dugnaligari til, um TÚ ert før/ur fyri at handfara eina ósemju

Tannáringurin mennist, um tú ert før/ur fyri at handfara eina ósemju á ein skynsaman hátt

Um ein tannáringur er í húsinum, kennir tú tað ivaleyst – kegl, ófriður og ósemjur kunna vera ringar at skáka sær undan. Men kanska snýr tað seg ikki um at renna undan ósemjunum, tær eru jú ein  vanligur partur av at hava samband við onnur, og harvið ógjørligar at sleppa undan.

Tað snýr seg heldur um at handfara tær nátturligu ósemjurnar á ein skinsaman hátt.

Um tu megnar tað, fer tannáringurin hjá tær at hava 5 ómetaligar fyrimunir við sær út í lívið, sum kunna nýtast í øllum høpum. Bæði í parlagið,  á yrkisleið og í lívinum sum heild.

 

  • Tannáringurin lærir at vera javnsintur

Um tú megnar at vera javnsintur – hóast tú í støðuni er bæði kedd/ur, særd/ur og ill/ur.

 

  • Tannáringurin lærir at vera ein dugnaligur lurtari

Um tú leggur oyra til tað sum tannáringurin hevur uppá hjarta í støðuni. Lurta eftir grundgevingunum hjá teimum, og lat tey vita at tú hevur hoyrt og skilt tey.

 

  • Tannáringurin lærir at viðurkenna seg sjálvan og veksur um sína sjálvsvirðiskenslu

Um tú viðurkennir kenslurnar hjá tannáringinum, og í verki og orðum vísur teimum, at tað er í lagið at vera         ónøgdur, keddur og ørkymlaður.

 

  • Tannáringurin lærir at greiða frá sínum sjónarmiðum

Um tú loyvir tannáringinum at tosa seg lidnan, og sjálvur megnar at seta orð á og greiða frá síni egnu kensluligu uppliving av ósemjuni.

 

  • Tannáringurin lærir at standa við sítt

Um tú stendur við títt