SummarNám 2016 – dagur 3

Hilladihey sum hesin mikudagurin hevur verið góður!
Nólsoyggin er eitt satt paradís fyri ÚtiLív og KokkaRok børnini. KokkaRok-børnini hava gjørt og grillað notupizza, og etið til tað heilt stóru gullmedaljuna. ÚtiLív fekk eisini burturav, heppnu tey 🙂 Umframt hetta var fisking, bálbrenning og hugni á skránni hjá ÚtiLívhópinum 🙂
Norðurlandahúsið fekk fína vitjan av GTS- og listaverksmiðjuni. Tey vóru og hugdu at tveimum framsýningum, og lótu seg inspirera av tí, sum tey sóu.
Kroppur og rørsla hava havt vatn sum evni í dag. Gamla Hoyvíkin hevur sjálvdan sæð fittari kroppaskin, enn tey skinnini sum vóru har í dag! 🙂
Træverksmiðju-børnini hava dreygað træ, sum tey sjálvi hava høgt niður frá Skógrøkt, og hava eisini gjørt eina stóra tænastu fyri okkum øll við at taka rusk upp frá vegnum, har tey hava gingið. Sera fyrimyndarligt og góð áminning til okkum onnur um at ansa væl eftir okkara náttúru, takk fyri tað 🙂
KøkuRok hava baksast við at lita sukur, kokusmjøl og sesamfræ til teirra køkur, sum eru sonn listaverk! SummarNám-konurnar fingu eina smakkiroynd og ikki kann sigast annað, enn at tær fóru glaðar og mettar avstað aftur, manga takk 🙂
Takk fyri enn ein góðan dag, vit gleða okkum til í morgin!

[fancygallery id=”8″ album=”90″]