Limabræv januar 2017
Góðu børn og foreldur
Vælkomin til nýggja árið í Margarinfabrikkini. Vit ynskja eins og í fjør at bjóða fjølbroyttar og spennandi aktivitetir. Vit leggja sera stóran dent á, at bæði børn og foreldur trívast og kenna seg væl í Margarinfabrikkini.
Vit eftirmeta javnan um aktivitetirnir eru viðkomandi fyri børnini sum velja at ganga her, so gott hevði verið um tit geva okkum eitt prei, um tit hava ynskir um ein annan aktivitet enn tað vit bjóða.
Hvønn dag gera vit millummála, sum børnini kunnu keypa við sínum matkorti, um tey hava eitt slíkt. Millummálin kostar á leið 5 til 8 kr. hvønn dag, og verður serveraður ímillum klokkan 14.00 – 14.45. Fyri at hava matkort er neyðugt at man er limur.
Margarinfabrikkin er fyri øll børn í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 3. til og við 6.flokki.
Fyrimunirnir hjá limum eru m.a. :
* Atgongd til virksemi sum bert er fyri limir, sum m.a. er :
Seymi undirvísing, matgerð, kreativur verkstaður, tónleika frálæra, drama, fiskitúrar, skoyting og svimjing (hesir aktivitetir eru ókeypis)
* Dagsins rættur er bíligari
* Teldurúmið er fyri hálvan prís (maks 1 tíma pr. dag)
* Tiltøk sum t.d. barnadisko er ókeypis
* Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms og teldupostskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um virksemið og broytingar í Margarinfabrikkini
* Framíhjárætt til Summar Nám
Upp og afturlatingartíðirnar eru :
Mánadag til Hósdag: kl.12.00 til 17.00
Fríggjadag: kl.11.30 til 17.00
Okkara fasta viku virksemið er :
Mánadagur:
Kl.13.45 til 14.45 Drama (bert fyri limir) Tilmelding krevst
Kl.14.00 til 16.00 Seymiverkstova (bert fyri limir í 5. og 6.flokk) Tilmelding krevst
Kl. 15.00 til 16.00 Fótbóltskapping á vøllinum niðanfyri (øll kunnu vera við)
Týsdagur:
Kl. 15.00 til 17.00 Fiskitúrur/Skoyting (bert fyri limir)
Mikudagur:
Kl.13.00 til 16.30 Tónleikafrálæra (bert fyri limir)
Kl.15.00 til 15.30 MargarQuiz (øll kunnu vera við)
Hósdagur:
Kl. 14.00 til 16.00 Køksfabrikkin (bert fyri limir) Tilmelding krevst
Kl. 14.30 til 16.00 Kreativi verkstaðurin (bert fyri limir)
Kl. 14.45 til 17.00 Svimjing (bert fyri limir)
Fríggjadagur:
Kl. 15.00 til 16.30 Tweens (øll sum ganga í 5. og 6. flokki kunnu vera við)
Har tað stendur tilmelding krevst, er neyðugt at melda barnið til, við at skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo, har tit upplýsa hvønn verkstað barnið ynskir og navn á barnið.
Serlig tiltøk !!!
Vælverudagur
Komandi mikudag 1. februar verður vælverudagur, har vit m.a. seta hár, fáa hondmassaju, gera negl o.a. Øll børn, bæði limir og vinir eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Bomm dagur
Føstulávints mánadag tann 27.februar verður okkara árligi bommdagur. Hendan dagin hava vit søtmetisskrá aftaná dagsins rætt. Limir kunna gjalda av matkortinum, vinir gjalda 15 kr.
Eitt sindur um viku aktivitetirnar:
Seymiverkstaður (byrjar aftur mánadagin 30. Jan. 2017)
Nú er aftur gjørligt hjá børnum, sum ganga í 5. og 6. flokki, at luttaka í seymiverkstaði, sum Herborg hevur ábyrgdina av. Skeiði er í fimm vikur. Herborg hevur luttikið í kappingini “Klar parat sy”, sum varð send á TV2 og vann kappingina. Herborg hevur drúgvar royndir við seyming og øðrum kreativum arbeiði.
Ætlanin hjá Herborg er, at børnini kunna seyma ymiskt til sín sjálvan t.d. niðurdeilar, hálsrør og húgvur.
Um barn tykkara ynskir at verða við í hesum verkstaði, er neyðugt at melda seg til. Hettar kann gerast við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo viðmerkið navn á barninum.
Tónleikur (mikudagar)
Ein dag um vikuna er frálæra í tónleiki. Undirvíst verður í guitar, bass, klaver, trummum og sangi.
Endamálið við hesum verkstaði, er at leita fram tónleika evnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug.
Fróði Hansen leggur børnunum lag á.
Drama (mánadagar)
Á skránni eru smá drama spøl, kropsvenjingar, improvisatiónir og konsentratións spøl.
Endamálið við drama er m.a., at læra at traðka fram, og tora at vísa eina aðra síðu av sær sjálvum.
Katrin L. Mortensen leggur børnunum lag á.
Fótbóltur (mánadagar)
Fótbóltskappingin verður hildin einaferð um vikuna á plattinum uttanfyri. (Øll kunna vera við)
Eitt starvsfólk er altíð við.
MargarQuiz (mikudagar)
Margarquiz er ein spurnar kapping, sum vit hava einaferð um vikuna. Spurningarnir eru blandaðir og kunnu verða alt frá, hvat rørist í samfelagnum beint nú, søguligir, almenn vitan og skemtiligir spurningar.
Um børn ynskja at skipa fyri spurnar kappingini, hava tey møguleika til at melda seg til at gera spurningarnar og at lesa upp.
Fiskitúrur/Skoyting (týsdagar)
Ein dag um vikuna, so leingi tað er ljóst, fara vit á Seiðaberg. Børnini fara saman við Sæbirni, at fiska á Ískeiini. Bjargingarvestar og tráða er til øll. Um veturin er tað skoyting so leingi skoytibreytin er opin.
Sæbjørn er við børnunum.
Svimjing (hósdagar)
Hvønn hósdag svimja vit. Starvsfólk fara við børnunum. Margarinfabrikkin eigur svimjiklæðir og handklæðir, so neyðugt er ikki at hava svimjiklæðir við.
Køksfabrikkin (hósdagar)
Køksfabrikkin er eitt tilboð til allar limir í Margarinfabrikkni.
Tað er pláss fyri 4 børnum í senn. Skeiði er í fýra vikur. Tit kunnu melda tykkara barn til, við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo .
Kreativur verkstaður (hósdagar)
Endamálið við kreativa verkstaðnum, er at skapa rúm og umstøður fyri menningini av kreativitetinum hjá børnunum, sum ganga í Margarinfabrikkini.
Kreativi verkstaðurin er bæði fyri gentur og dreingir. Tað verður lagdur stórur dentur á endurnýtslu á kreativa verkstaðnum – vit samla upp á alt ímillum himmal og jørð, og við tí kreativa hugflognum hjá børnunum skapa vit alt møguligt spennandi.
Katrin L. Mortensen og Elin K. Jacobsen leggja børnunum lag á.
Barnadisko fyri 3. og 4. Flokk
Barnadiskotek fyri 3. og 4. flokk er 6. hvørja viku alt árið. Tað er eitt sera hugnaligt og stuttligt tiltak.
Tá skipa vit fyri, dansi kappingum og spølum. Kioskin er opin og vit rokka so tað svingar eftir í.
Barnadisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr. Vit meta at 50 kr. í lummapeningi er meira enn nokk til kvøldið.
Tweens (fríggjadagar)
Tweens er eitt tilboð til børn í 5. og 6. flokki, sum ynskja og hava tørv á at vera saman við sínum egna aldursbólki eina løtu. Hesar løtur eru sera hugnaligar, við góðum og áhugaverdum práti, um ymiskt sum rørir seg í teirra unga sinni.
Vit fara eisini túrar út úr húsinum til ymisk tiltøk, sum eru hóskandi fyri hendan aldursbólk. Nakrar ferðir um árið er tað Tweensdisko. Tweensdisko er ókeypis fyri limir.
Vinir gjalda 20 kr.
Øll í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 5. og 6. flokki eru vælkomin
Dagmar Clothier skipar fyri saman við tweenarunum.
Samrøðubólkar
Samrøðubólkar fyri børn við fráskildum foreldrum hava verið í heyst/vetur og nýggjur bólkur byrjar nú í februar.
Um hettar hevur tykkara áhuga, kunnu tit skriva til dagmarkc@gmail.com ella ringja á 263123. Um tit vilja vita meira um samrøðubólkarnar, kunnu tit lesa á heimasíðuni. Heimasíðan www.fabrikkin.fo verður dagførd við tí nýggjasta frá okkum.
Tit kunnu lesa um øll tiltøk og verkætlanir, sum Margarinfabrikkin skipar fyri á heimasíðuni.
Páskafríð
Vit fara í páskafrí fríggjadagin tann 7. apríl og byrja aftur týsdagin tann 18. apríl
Bestu heilsur
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini